Hita heimið við jarðhita
  • Bíligari
  • Umhvørvisvinarligt
  • Minni viðlíkahald

Jarðhiti og Bora leggja saman í eitt felag

Í næstum leggja tvey av teimum stóru jarðhitaborifeløgunum saman. Endamálið er ein meira stabil og framtíðartryggjað veiting

Les meira

Tað er tann sami varmin sum áður. Sama heita vatnið. Á tann hátt er eingin munur. Men tað var ein himmalvíður munur, tá ið vit sóu fyrstu orkurokningarnar.

Nú seta vit hol á

Hitin er kjarnin í øllum sethúsum. Men vilt tú spara pengar? Taka atlit til umhvørvið? So er at umhugsa jarðhita. Føroyska undirgrundin er ómetaliga væl egnað til hetta, og vit í Bora hava serfrøðina og útgerðina til at gera grøna orku burtur úr jarðhita.